Í gjár kundu allir føroyingar finna mikudagsútgávuna av Sosialinum og serblaðið HON í postkassunum.
HON er eitt kvinnublað, sum hesaferð inniheldur alt frá ummælum av mati, mótasiðum og bloggi til grein um menstratióncyklusin hjá kvinnum og eina grein um urtagarðsráð nú tað várar í Føroyum.
HON er kvinnublað hjá Sosialinum og einaferð um mánaðin geva vit út serblaðið, sum vendir sær til føroysku kvinnuna.
Blaðið er ókeypis og er sum sagt at finna í postkassunum kring landið.










