Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu ringir, ella mildir, vetrarnir eru, men tað vita tey flestu helst av.
Landsverk hevur nágreiniligt yvirlit yvir, hvussu vetrarnir hava hilnast og tað vísir, at í ár kom hálkan óvanliga tíðliga.
Í ár var eitt miðal ár í so máta, tí fyrsti hálkudagur varð tann 16. oktober.
Annar hálkudagurin var 25. oktober og higartil í ár hevur Landsverk saltað vegirnar fyri hálku í 14 dagar.
Niðanfyri er eitt yvirlit yvur fyrsta og seinasta hálkudag síðani 2000:
2000 – 2001: 1. november – 19.apríl.
2001 – 2002: 4. november – 12. mai
2002 – 2003: 18.oktober – 2. apríl
2003 – 2004: 4. oktober – 10. apríl
2004 – 2005: 24. oktober – 18.mai
2005 – 2006: 22. oktober – 17. apríl
2006 – 2007: 18. oktober – 15. mai
2007 – 2008: 29. september – 15. apríl
2008 – 2009: 3. oktober – 31. mars
2009 – 2010: 22. september – 12. mai
2010 – 2011: 18. oktober – 29. mars
2011 – 2012: 7. oktober – 18. mai
2012 – 2013: 21. oktober – 23. Mai
Her kann leggjast afturat at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógvir hálkudagar eru um veturin.
Veturin 2008 -2009, vóru 180 hálkudagar, veturin 2009-2010 vóru 141 hálkudagar, veturin 2010-2011 vóru 104 hálkudagar, veturin 2011-2012 vóru 101 hálkudagar.
Seinastu vetur var ein av teimum drúgvaru, tí tá vóru 131 hálkudagar.
Annars hevur Landsverk nógv góð ráð á heimasíðuni um koyring um veturin.










