Í gerandisdegnum merkja vit ikki so nógv til avleiðingarnar av ov nógvari ferð. Tú merkir ikki veruligu megina, fyrr enn óhappið hendir. Flestu okkara koyra í bilum, sum eru so tryggir, væl bjálvaðir og við stórum motori, at tú merkir næstan ikki á bilinum, um ferðin verður ov høg, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd í tíðindaskrivi.
Tú kennir tað helst væl. Tú hevur skund. Skalt bara líka eitt ørindi, náa ein fund, barnagarðurin letur skjótt aftur, ella okkurt annað, sum ger, at tú loyvir tær at trýsta eitt lítið sindur harðari á spitaran. Bara eitt sindur skjótari enn loyvt. Øll hini gera tað eisini. Tað hevur ikki so stóran týdning. Ikki rættiliga. Bara 10km/t skjótari?, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Men ert tú fyri óhappi, tástani merkir tú munin á 80 km/t og 90 km/t. Tað kann verða munurin á lívi og deyða. Og tað kann broyta alt. Hjá tær – ella tínum nærmastu, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Ráðið fyri ferðslutrygd vísir á, at:
· Ov nógv ferð er orsøk til 50% av øllum deyðsvanlukkum.
· Sjálvt smáu ferðøkingarnar hava stóra ávirkan.
· Í 62% av øllum deyðsvanlukkum á donskum vegum, við mest loyvdu ferð á 80km/t, koyrdu bilførararnir minni enn 20 km/t ov skjótt (tølini eru frá 2015).
· Koyrir tú 95 km/t og noyðist at bráðsteðga, hevur tín bilur framvegis eina ferð á 62,5 km/t, tá ið bilurin, sum koyrdi 80 km/t stendur stillur!
· Koyrir tú 93 km/t í staðin fyri mest loyvdu 80 km/t, tvífaldast vandin fyri at doyggja í einum frontalum samanstoyti.
(Kelda: Rådet for Sikker Trafik)
Nýggjur átaksfilmur og vegamerkingar á landsvegnum
Kjarnan í átakinum er filmurin ’Halt hámarksferðina, ókey?’
Boðskapurin snýr seg um tað, sum hendir uttanum tann, ið velur at bróta hámarksferðina. Tí tað er ikki bert tann, sum hevur fótin á spitaranum, sum skal taka avleiðingarnar av síni avgerð. Tað eru hini í bilinum. Tann, sum verður árendur. Tey, sum koma á staðið og skulu veita fyrstuhjálp. Bera boð til avvarðandi. Og ikki minst tann, ella tey, sum sita eftir og skulu liva við missinum.
Ein ferðsluvanlukka rakar ikki bara teg. Hon rakar familju, vinir, starvsfelagar og øll onnur uttanum teg.
Við hesi vitanini velur tú sjálvsagt at halda hámarksferðina, ókey?, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd í tíðindaskrivinum
Á útvaldum teinum í landinum fer Landsverk at mála hámarksferðina á vegnum. Hetta verður á teinum uttanfyri bygt øki, har mest loyvda ferð er 80 km/t, og har vit vita, at tað verður koyrt alt ov skjótt.
Við at bilførarin møtir áminningini um hámarksferðina so ítøkiliga í koyristøðuni, meðan hann hevur fótin á spitaranum, vóna vit, at fólk í størri mun virða hámarksferðina – og halda hana. Fyri sína egnu skuld og fyri teirra nærmastu.
Lesið eisini: Bara 37 prosent halda hámarksferðina