Nú er ovboðið hjá Signari P. Dam, kommunulækna á Tvøroyri. Í hvassorðaðum lesarabrævi ger hann púra greitt, hvør eftir hansara tykki skal lastast fyri nógvar av trupulleikunum á Landssjúkrahúsinum.
- Má siga, at mítt suðroyarblóð kom í kók, tá ið eg sá hasa hyklerisku framferðina hjá Rósu Samuelsen í sjónvarpskjakinum týskvøldið, skrivar hann.
Signar P. Dam leggur løgtingskvinnuna undir at royna at bjarga sínum egna skinni við at skumpa alla ábyrgd yvir á Karsten Hansen.
Men, peikar hann á, kvinnan, ið stendur aftanfyri fíggjarjáttanina hjá heilsukervinum í Føroyum, er Rósa Samuelsen sjálv. Trupulleikarnir á heilsuøkinum stavast í stóran mun frá eini manglandi játtan og null-vøkstri á játtanini seinastu árini.
- Alt botnar í, at Landssjúkrahúsið hevur havt mestsum ongan vøkstur á fíggjarætlanini í fleiri ár, og hvør hevur ábyrgdina av hesum? Rósa Samuelsen! Hon hevur millum annað syrgt fyri, at Landssjúkrahúsið skal spara útvið 30 milliónir krónur!! tey næstu tvey árini, skrivar Signar P. Dam.
Signar P. Dam vil vera við, at Rósa Samuelsen noktaði Karsteni Hansen eina eykajáttan á fýra milliónir krónur, tá landsstýrismaðurin skilti, at játtanin ikki fór at halda.
- Eitt nýmótans sjúkrahús sum Landssjúkrahúsið má hava økta játtan hvørt ár, tí menningin á medisinska økinum er nú einaferð kostnaðarmikil – so har má man velja, skrivar kommunulæknin á Tvøroyri.
Signar P. Dam letur ongan iva vera um, hvar ábyrgdin liggur fyri ringu støðuna á økjum sum til dømis mammografiøkinum.
- Vil man sum Rósa gera umstøðurnar hjá røntgendeildini so vánaligar, at teir verða noyddir at seta so ópopuler tiltøk sum mammografileiðreglurnar í verk, ja so biður ein um trupulleikar, men tað er ikki Karsten Hansen sum hevur skuldina í hesum, men harafturímóti Rósa Samuelsen!










