Hallur Hansson kom á vøllin, tá AaB í kvøld vann 3-1 á Brønshøj í donsku steypakappingini.
Føroyski landsliðsmiðvallarin kom á vøllin seinastu átta minuttirnar. Hetta er aðru ferð, at Hallur kemur á vøllin fyri besta liðið hjá AaB.
AaB er nú komið víðari til fjórðingsfinalurnar. Nicklas Helenius skoraði tvey og Kasper Kusk eitt mál.