TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Hall Hansson í Mixed Zone á Tórsvølli aftaná Føroyar og Lettland høvdu leikt javnleik 0-0.
Hallur Hansson er sera vónsvikin um, at Føroyar ikki vunnu, og hann heldur, at hann og liðfelagarnir kunnu bara takka sær sjálvum, tí teir ikki tóku av teimum stóru málmøguleikunum.
Hallur Hansson bleiv skiftur út miðskeiðis í seinna hálvleiki. Hann greiðir frá, at graslíkið er rættiliga belastandi fyri skaðan hann hevur stríðst við áður, men hann væntar, at hann fer at stórtrívast á grasinum í Budapest týskvøldið.









