Hallur tapti móti toppliðnum

FCM staðfesti við 2-0 sigri í Horsens í kvøld sína støðu sum topplið

Føroyski landslilðsspælarin Hallur Hansson og liðfelagar hansara í AC Horsens løgdu í kvøld rygg til 2-0 tap á heimavølli ímóti FCM.

Hetta vara fyrsti landskappingardysturin í Danmark eftir vetrarsteðgin, og hetta var fyrsta ferðin í hesum kappingarárinum, at AC Horsens noyddist av heimavøllinum uttan úrtøku.

Hallur Hansson var annar av fremstu monnunum hjá AC Horsens, inntil hann eitt korter undan leikloki varð útskiftur.

FCM legði seg beinanvegin framum. Í fyrra hálvleiki var AC Horsens greitt omaná, og tá var Hallur Hansson ofta eyðsýndur í uppspælinum, og onkra ferðina royndi hann seg ímóti málinum.

Sum seinni hálvleikur leið, varð fleiri ferðir bríkslað fyri, at Hallur Hansson gjørdi fríspark, og so varð hann útskiftur.

 

Ørindini hjá FCM, sum í vetrarsteðginum hevur selt onkrar av bestu spælarunum, vóru at vinna øll stigini og harvið at halda tørn um oddaessin. Tað eydnaðist hóast heimaliðið hevði bóltin meiri. Í seinna hálvleiki eydnaðist tað gestunum at steðga nógvum av uppspælinum hjá AC Horsens, og tá heimaliðið síðstu minuttirnar spenti álopsbogan og onkra ferðina var tætt við, endaði tað við, at FCM í tíðini, sum dómarin legði aftrat, økti til 2-0.

 

FCM er topplið við 47 stigum. AC Horsens er á fima plássi við 27 stigum. Seks tey fremstu skulu eftir grundspælið spæla um DM. Tað er møguleiki fyri, at AC Horsens longu í vikuskiftinum dettur longri aftur.

FCK og AaB hava 26 stig, og OB og Jóan Símun Edmundsson hava 25 stig.

Í morgin fær Silkeborg vitjan av AaB og FCK fær vitjan av Randers FC, sum hevur Brand H. Olsen í hópinum. Sunnudagin fáa OB og Jóan Símun Edmundsson vitjan av FC Helsingør.