Tað varð greitt, tá flytingarvindeygað lat aftur mánakvøldið. Um vikuskiftið avgjørdi Hallur Hansson steypafinaluna, tá hann skoraði einsamalla málið í finaluni stutt fyri tíð. Hallur Hansson var eisini avgerandi í Europa League dystunum fyri Víkingi, har teir skrivaðu søgu við at koma víðari til 3. umfar í kappingini.
Les eisini: Kristin gevst í HB
Í summar hevur verið upp á tal, at Hallur Hansson skuldi skifta til danska fótbólt. Tættast við var hann at skifta til FC Vendsyssel, men takkaði at enda pent nei.
Les eisini: B36 og HB vilja hava Arnbjørn og Hans Paula
- Eg fari ongan veg í hesum flytingarvindeyganum. Hinvegin, so veit eg ikki hvussu verður antin á jólum ella næsta summar. Tað taki eg støðu til tá. Eg spæli í Víkingi restina av kappingini. Tað er sikkurt, sigur steypahetjan hjá Víkingi.
Hallur Hansson hevur fleiri góð tíðindini til Víkinga viðhaldsfólkini.
- Eg rokni við, at eg leingi fyri komandi ár eisini. Vit hava snakkað eitt sindur saman, men samráðingarnar eru ikki farnar í gongd enn, sigur Hallur Hansson at enda.
Hallur Hansson er við landsliðnum, sum sunnukvøldið skal spæla móti Finnlandi á Tórsvølli. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, sum byrjar klokkan 19.45. Rás2 byrjar at siga frá longu klokkan 15.