Annan hvítusunnudag, 25. mai, fer Strálan á Strondum at skipa fyri konserttiltaki til frama fyri kappróðrarneystið, sum felagið hevur latið byggja.
Hallur Joensen og vinmenn fara hetta kvøldið klokkan 20 at spæla í biosalinum í Bygdahúsinum, har plássið er avmarkað.
Hallur Joensen er júst í ferð við at geva eina nýggja fløgu út, og Strálan heldur, at hann er eitt upplagt boð upp á eina góða konsert.
- Í steðginum á konsertini fara vit at bjóða ókeypis kaffi og køkur, og tiltakið er liður í at savna pening inn til neystið, sigur Strálan um konserttiltakið á Strondum.