Hallur spældi allan dystin

Føroyski landsliðsleikarin var á vøllinum allar 90 minuttirnar, tá Vendsyssel í dag spældi dyst

Føroyski landsliðsleikarin, Hallur Hansson, sum í vetur skifti frá Víkingi til danska felagið, Vendsyssel FF, spældi í dag sín fyrsta dyst frá byrjan fyri nýggja felagið hjá sær.

 

Hallur Hansson spældi allar 90 minuttirnar á sentrala miðvøllinum í heimadystinum móti HB Køge.

Ein dystur, sum endaði við mállum javnleiki 0-0.

 

Afturat Halli Hansson, vardi fyrrverandi Skála málverjin, Mark Ryutin, eisini málið hjá Vendsyssel FF allan dystin.

 

Hallur Hansson er ikki við føroyska landsliðnum til útidystin móti Rumenia komandi sunnukvøld, orsakað av leikbanni.