Hallur Hansson er til reiðar at verða tann nýggi Torkil Nielsen, tá føroyska landsliðið í kvøld rennur á vøllin á Ernst Happel leikvøllinum í Wien.
- Eg spæli altíð fyri at fáa trý stig. Útlitini eru kanska ikki so góð, sum tey plaga at verða. Dysturin byrjar við 0-0 og vit ætla okkum at skora, so fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkur, sigur Hallur Hansson.
Hann spælir við til dagligt við danska Superliga felagnum, AaB. Hann hevur ikki verið á vøllinum í Superliga samanhangi í hesum árinum, men spældi nakað í uppstartinum.
- Eg føli meg væl fyri, men havi ikki spælt so nógvar dystir, sum eg hevði vóna. Eg havi fingið onkrar dystir her og har, men eg føli meg væl fyri. Eg eri til reiðar at brúka tað tíð tað tekur at koma tættari at liðnum, og eg haldi tað gongur væl, sigur Hallur Hansson.
Hallur trívist eisini í leiklutinum sum yrkisfótbóltsspælari.
- Tað er fantastiskt. Venja fótbólt og hava nógva frítíð. Tað finst onki betri, sigur Hallur Hannson, sum sannlíkt verður at finna á føroyska miðvøllinum saman við Fróða Benjaminsen og Christiani Lamhauge Holst.
Landsdysturin millum Eysturríki og Føroyar byrjar klokkan 19.30 í kvøld.
Undir greinini ber til at hoyra samrøðuna við Hallur Hansson undir venjingini í gjár.
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF