Hallur Hansson var millum teir fyrstu ellivu á liðnum hjá AC Horsens ídag, og føroyski landsliðsspælarin var enn einaferð málskjútti.
Avrikið hjá honum varð roknað at vera tað besta á heimaliðnum, og Hallur var aftur í dag valdur at vera dagsins maður hjá AC Horsens.
Í síðsta minutti undan steðginum minkaði hann um munin til 2-1. Tað var eftir innlegg úr høgru og umvegis tvørtræið. Hetta var sætta málið hjá Halli í superliguni í hesum kappingarárinum. Horsens hevur spælt átjan dystir.
Málið hjá Halli Hansson mundi birta mót í heimaleguni, sum longu í 21. minutti misti ein mann og tískil var undirmannað. Lítla løtu eftir útvísingina skoraði FCK tvey mál.
Eftir steðgin helt heimaliðið tørn í tjúgu minuttir, men seinna partin av seinna hálvleiki skoraði FCK fýra mál og vann tískil 6-1.
Hallur Hansson var á vøllinum alla tíðina, meðan hin føroyski landsliðsspælarin Sonni Ragnar Nattestad ikki var á listanum.
AC Horsens er á sjeynda plássi. Á heimavølli gongur ikki so væl, tí dysturin í dag var fjórði heimadysturin, at tað ikki eydnaðist at vinna.










