Hallur røkkur teimum hundrað

Føroyski landsliðsspælarin roknar ikki við at vera millum teir fyrstu ellivu ímorgin

Klokkan 13 í morgin hittast AaB og AC Horsens í superliguni. Dysturin verður í Aalborg.

Føroyski landsliðsspælarin í Horsens, Hallur Hansson, hevur ikki verið á vøllinum seinastu vikurnar. Tað kemst av, at hann hevur gingið við brotnum handliði, sum eisini bar við sær, at hann ikki var á landsliðnum síðsta vikuskifti í Norra og Svøríki. Tað var í 1-0 sigrinum á heimavølli ímóti Malta, at Hallur Hansson varð skaddur.

Nú er Hallur Hansson, sum higartil í hesum kappingarárinum hevur verið liðformaður í Horsens, tøkur aftur, og hann er millum spælararnar, sum AC Horsens venjarin, Bo Henriksen, fer at velja teir fyrstu ellivu.

Um hann fer á vøllin, so verður hetta landskappingardystur nummar 100 hjá Halli Hansson í gulu AC Horsens troyggjuni. Í kappingarárinum 2012/2013 spældi Hallur Hansson tríggjar landskappingardystir fyri AaB, sum í morgin verður mótstøðuliðið hjá AC Horsens.

Sjálvur roknar Hallur Hansson ikki við, at hann verður millum teir fyrstu ellivu ímorgin:

-Læknin segði, at um eg var okkurt annað enn fótbóltsspælari, so hevði hondin ligið í gipsi í tvær vikur aftrat, men nú er nóg mikið, sigur Hallur Hansson við Horsens Folkeblad.

Hóast hann hevur gingið við gipsaðum handliði, so hevur Hallur vant nógv, og tí er hann hampuliga væl fyri. Nú gipsið er tikið av, er lítil skinnari lagdur um handliðin, og tað verður mett ráðiligt at spæla við skinnaranum.

-Fyrstu tvær vikurnar hevði eg nógva pínu. Men eg orki væl, og tí var trongdin stór at fara aftur á vøllin. At vera burturi frá fótbólti í fimm vikur kennist at vera heilt leingi, sigur Hallur Hansson við Horsens Folkeblad.

-Tað eru fýra dystir eftir, áðrenn vit fara í vetrarfrí. Teir eru allir ímóti liðum, sum eru tætt við okkum á talvuni, og tí er tað týdningarmikið at vinna góða úrtøku. Um Bo Henriksen heldur seg hava brúk fyri mær ímóti AaB, so eri eg tøkur. Eg rokni ikki við at vera millum teir fyrstu ellivu, men eg eri klárur at røkja leiklutin, sum venjarin gevur mær, sigur Hallur Hansson.

Sjálvandi hevði Hallur fegin viljað verið á liðnum, tá ið landsliðið var í Norra og Svøríki, men tað bar ikki til. Nú heldur hann, at tað kann fara at vísa seg at vera gott, at hann ikki hevur spælt í meiri enn fimm vikur:

-Eg havi havt trupulleikar við øklaknútinum, og teir eru minni, nú eg havi hvílt og ikki spælt. Eg sleppi neyvan heilt av við pínuna í øklaknútinum, men tað er væl frægari nú, enn tað var, tá ið eg breyt handliðið, sigur Hallur Hansson við Horsens Folkeblad.

Dysturin millum AaB og AC Horsens verður at síggja á TV3MAX sunnudagin klokkan 13.