Á nýggju útgávuni hjá Halli Joensen, sum kom nú um dagarnar, syngur Hallur Joensen duett saman við kendu amerikansku Bellamy Brothers. Sangurin “Send Me A Letter Amanda” hevur verið nógv at hoyrt seinastu vikuna, og í næsta mánaði skal Hallur Joensen framføra sangin live saman við Bellamy Brothers.
Tað verður á Norsk Countrytreff, sum er størsti countryfestivalurin í Noregi. Festivalurin verður hildin miðskeiðis í juni, og Hallur Joensen skal hava framførslu við sínum bólki. Bellamy Brothers eru høvuðsnavn á festivalinum, og teir vilja hava Hall Joensen at framføra nýggja sangin saman við teimum.
– Hetta er stórt fyri meg og vísur eisini, at teimum dámar sangin væl, sigur Hallur Joensen.
Søgdu ja beinanveg
Bellamy Brothers eru eitt av fleiri kendum nøvnum, sum syngja saman við Halli Joensen á nýggju útgávuni “Hallur With Stars And Legends”. Og teir vóru skjótir at játta at verða við.
– Eg sendi sangin yvir til umboðskvinnuna hjá Bellamy Brothers, og hon svaraði beinanvegin, at hatta var ein ordiligur Bellamy sangur. Sama kvøld kom so svar frá Bellamy Brothers, at teir vildu gjarna syngja sangin saman við Halli, sigur Allan Samuelsen, sum hevur hjálpt Halli í sambandi við nýggju útgávuna.
Og tað kann verða at framførslan á countryfestivalinum í Noregi verður fyrsta av fleiri framførslum hjá Bellamy og Halli saman. Í heyst er ætlanin, at Bellamy Brothers koma til Føroya at spæla, og tað kundi verið, at Hallur eisini skal framføra við teimum aftur uttanlands, um høvi býðst til tað.