Hallur og Teit úti

Hallur Hansson spældi frá byrjan, meðan Teit Jacobsen ikki kom inn

Tveir dystir hava verið 1/8 finlauni í donsku steypakappingini í fótbólti. Hallur Hansson og AC Horsens taptu 3-1 fyri AGF, meðan Teit Jacobsen og Sønderjyske taptu 1-0 fyri Randers, ið er uttan Brand H. Olsen.

 

Les eisini: Teit Jacobsen úttikin til hópin

 

Hallur Hansson byrjaði sum væntað inni fyri AC Horsens, men megnaði ikki steðga liðnum í at tapa fyri AGF á útivølli. AC Horsens komu annars á odda 1-0 longu aftaná sjey minuttir, men í seinna hálvleiki tók AGF yvir og skoraði tríggjar ferðir.

 

Sønderjyske, sum fyri fyrsti ferð hevði Teit Jacobsen í hópinum, tapti 1-0 fyri Randers. Amtavisen í Randers skrivar, at talan var um heldur lítið hendingaríkan dyst, sum heimaliðið vann við einum máli.

 

Teit Jacobsen kom ikki á vøllin til sínar fyrstu minuttir fyri Sønderjyske.