Fótbóltslagið er gott í Vendsyssel. Vendsyssel FF deilir oddasessin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini saman við Lyngby. Bæði liðini hava 35 stig. Sjey stig eru niður til Horsens, og átta stig eru niður til Vejle. Trý tey ovastu liðini flyta upp í superliguna komandi kappingarár.
Bæði Hallur Hansson og René Shaki Joensen vóru við frá byrjan, tá Vendsyssel á heimavølli vann 1-0 á Skive. Sigursmálið skeyt Simon Okusun, tá 37 minuttir vóru farnir av dystinum.
Aftur í dag kom Hallur Hansson til góðan málmøguleika. Tíðliga í seinna hálvleiki spældi René Shaki Joensen Hall Hansson í eina góða støðu beint uttanfyri brotsteigin hjá Skive. Hallur meddaði til, men royndin hjá honum fór dygst við síðunnar av stongini.
Vendsyssel hevði eisini aðrar góðar málroyndir, har m.a. Mads Greve hevði eina roynd á yvirleggjaran. Sambært blaðnum "Nordjyske" spældi Skive seg ikki til teir stóru málmøguleikarnar.
Komandi hóskvøld spælir Vendsyssel FF útidyst ímóti FC Vestssjællandi, sum liggur aftast í deildini við bert átta stigum.