Hallur og KR møta verandi meistarunum í fjórðingsfinaluni

Gunnar Nielsen og FH møta liði úr næstbestu deildini

Tvey føroyingalið, KR hjá Halli Hansson og FH hjá Gunnari Nielsen vóru í pottinum, tá drigið var til fjórðingsfinalurnar í íslendsku steypakappingini sum vera leiktar 10. og 11. august.

 

Hallur og liðfelagarnir høvdu ikki ikki lutakastshepnið við sær. KR skal spæla móti verandi meistarunum, Víkingi á útivølli.

 

Gunnar og liðfelagarnir í FH vóru hepnari. Teir møta Kórdrengir úr næstbestu deildini á útivølli.

 

Hinar fjórðingsfinalurnar eru KA-Ægir og HK-Breiðablik. Breiðablik vann sera tepurt 3-2 á Akranesi í áttandapartsfinalunum, har Kaj Leo í Bartalsstovu skoraði bæði málini fyri Akranes. 

 

Ægir úr Þor­láks­höfn spælir í triðbestu deildini, og hevur framt at stórt bragd at røkka fjórðingsfinalunum.