Duathlon er samansett at greinunum svimjing og renning. Íðkarin skal fyrst svimja ein ávísan tein, skunda sær at skifta í renniklæðir og síðani renna ein ávísan tein.
Fyri góðum mánaði síðan skipaði FTF fyri fyrstu kappingini í ár. Tá vann Bogi Lenvig kappingina hjá monnum og Rannvá Jacobsen kvinnum.
Bogi luttók ikki sunnudagin, og tí var spenningur um hvussu leikur fór. Hallur gjørdist nr. tvey seinast og tí var hann favorittur.
Luttakararnir skuldu fyst svimja 750 metrar og síðan renna 5 km. Svomið var í Svimjihylinum í Gundadali, og luttararnir skuldu síðan skunda sær í renniskógvarnar og út at renna. Leiðin gekk oman eftir Ringvegnum, Yvir við Strond har vent varð nakað sunnanfyri Tórgarðsgøtu. Leiðin gekk síðan niðan aftur til Svimjihylin har málið var.
Hallur legði hart út, og hann var eisini fyrstur úr hylinum. Eli Christiansen var eisini væl við, og kom úr hylinum stutt eftir Hallur. Men Hallur rann væl og tá avtornaði vann hann meir enn einum minutti.
Í fyrru kappingini var Rannvá Jacobsen einsamøll kvinna. Men hesa ferð vóru fleiri um boðið, og nú fekk hon harða kapping frá Katrin Sørensen. Báðar eru tær fyrrverandi landsliðssvimjarar, og tær komu tí báðar nærum samstundis úr hylinum. Katrin rann væl og tað øktist tí skjótt millum tær báðar, og tá avtornaði vann Katrin ein tryggan sigur - meira enn tríggir minuttir vóru millum nr. 1 og 2.
Næsta kapping, ið FTF skipar fyri verður 12. mai. Tá verður kappast í Triathlon, har svomið verður 750 metrar, súkklað 20 km og runnið 5 km.
MennTíðStig
1.Hallur Stakksund 32 minuttir 24 sekund40
2.Eli Christiansen33,3936
3.Gunnar Dahl-Olsen34,5230
KvinnurTíðStig
4.Katrin Sørensen36 minuttir 11 sekund40
5.Rannvá Jacobsen39,3736
6.Annika Jacobsen43,2330
7.Brynhild Klein45,0926
Samlaða støðan eftir tvey umfør:
MennStig
1. Hallur Stakksund74
2. Eli Christiansen60
3. Gunnar Dahl-Olsen53
4. Bogi Lenvig40
5. Dia Jacobsen30
6. Evald Rasmussen20
7. Kári Simonsen18
KvinnurStig
8.Rannvá Jacobsen74
9.Katrin Sørensen40
10.Annika Jacobsen30
11.Brynhild Klein26









