Hallur Hansson og AC Horsens taptu sera óvæntað móti Holbæk í triðja umfari í donsku steypakappingini í gjár og eru tí ikki longur við í kappingini. Holbæk vann dystin 1-0 við máli, sum Mikkel Adamsen skoraði, tá ein tími varð spældur.
AC Horsens, sum spælir í Superliguni, spardi fleiri av føstu spælarunum, nú mótstøðan var úr fjórðbestu donsku deildini, men hetta vísti seg at enda at kosta.
Holbæk var væl við í dystinum og hevði eisini betru málmøguleikarnar, men móti dystarenda royndi AC Horsens at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, skrivar bold.dk.
Tað gekk tó ikki og tí eru hvørki AC Horsens ella Hallur Hansson við, tá lutakastið til fjórða umfar verður. Hallur Hansson var ikki á vøllinum hendan dystin.
Kappingarárið hjá Halli Hansson er sum so júst komið í gongd. Í summarferiuni varð hann lagdur undir skurð og varð ikki aftur á vøllinum fyrr enn 27. august, tá hann spældi 23 minuttir í 2-0 tapinum móti Brøndby. Hann var tí ikki mettur at vera klárur at spæla landsdystirnar móti Portugal og Andorra um mánaðarskiftið.
Hann spældi ein hálvleik í javnleikinum móti FC Nordsjælland 8. septembur og 74 minuttir í javnleikinum móti SønderjyskE.
Møguleikin skuldi tí verið góður fyri, at hann verður tøkur til landsdystirnar móti Lettlandi í Føroyum 7. oktobur og á útivølli móti Ungarn 10. oktobur.