Miðvallarin hjá Víkingi avgjørdi fyri viku síðani steypafinlauna. Gleðin var stór, men bara í ein dag sigur Hallur Hansson, sum nú hevur lagt steypafinaluna afturum seg. Hann er nú til reiðar at taka móti Finnlandi í annaðkvøld.
Les eisini: Lars hevur sett liðið
- Nú er tann dysturin farin, og eg hyggi fram til uppgávna móti Finnlandi. Eg gleði meg nógv og vóni at tað koma nógv fólk til dystin, sigur Hallur Hansson.
Les eisini: Nýggir mans við frá byrjan
Hann hevur góðar vónir um, at tað ber til at fáa eitt gott úrslit móti Finnlandi.
- Sjálvandi trúgva vit upp á tað. Alt annað vildi verið ørt, men tað krevur at allir menn gevast seg 100 prosent, sigur miðvallarin.
Hallur Hansson segði í summar nei til FC Vendsyssel og danskan 1.deildarfótbólt.
- Tá eg spældi í AaB spældu vit mangan venjingardystir móti teimum. So áhugin byrjaði longu í januar, men eg kendi ikki ordiliga á mær, at tað var tað rætta. Í summar spurdu teir aftur eftir mær. Tá var eg meiri positivur og tilboðið var gott og klárt at skriva undir, men eg haldi eg fekk kaldar føtur, sigur Hallur Hansson og leggur afturat.
- Eg visti ikki um tað var tað rætta, og eg kendi meg eit sindur trýstan í støðuna. Tá tú ivast so nógv, so er kanska best ikki at gera tað, sigur miðvallarin víðari.
Hetta merkir tó ikki, at Hallur ikki hevur áhuga at spæla uttanlands í framtíðini, men fyribils spælir hann restina av kappingarárinum í Víkingi.
EM undankappingardysturin millum Føroyar og Finnland verður á Tórsvølli sunnukvøldið klokkan 19.45. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Upptakt byrjar longu klokkan 13.
Hoyr samrøðuna við Hall Hansson við at trýsta á pílin á myndini