Tað kemur sjáldan fyri, at liðformaðurin verður skiftur út. Í kvøld var Hallur Hansson liðformaður á føroyska landsliðnum, og tað vakti ikki sørt av undran, tá ið hann í 69. minutti fór av vøllinum og varð avloystur av Jóannesi Bjartalíð.
Tá ið Hallur fór av vøllinum, varð Viljormur Davidsen liðformaður á føroyska liðnum.
Einki sást til, at Hallur var skaddur, og tað var hann heldur ikki, sigur liðformaðurin í samrøðu við Trónd Arge á FM1 úr Moldova.
-Eg sá gula kortið longu í 18. minutti. Tað kendi eg vera ógvuliga harðan dóm, tí talan var ikki um serliga ógvusligt fríspark. Í steðginum tosaði eg við walisiska dómaran. Hann segði, at eg átti longu at havt sæð gula kortið eina ferð aftrat, og at hann fór at vísa mær tað næstu ferð, eg gjørdi fríspark. Mín spælistílur er soleiðis, at tað ber illa til at vera á vøllinum í ein hálvleik uttan at gera fríspark. Tí bað eg venjaran um at verða skiftur út soleiðis, at vit ikki vórðu undirmannaðir, og eg varð leikbannaður undan dystinum ímóti Eysturríki. Jóannes Bjartalíð loysti meg av, og tað var hugaligt av beinkinum at síggja, at hann varð partur av góðum samanspæli, sum bar útjavnandi málið við sær, sigur Hallur Hansson úr Moldova.
Og hvat sigur tú um úrslitið?
-Vit høvdu møguleika at skora sigursmálið, tí vit høvdu fleiri málmøguleikar enn teir. Men tá ið vit líta aftur á teir 90 minuttirnar, so kunnu vit ikki siga annað, enn at úrslitið mundi vera á einari leið. Teir løgdu seg á odda heilt tíðliga, so tað var mótbrekka hjá okkum rættiliga leingi, áðrenn tað eydnaðist at javan til 1-1, sigur Hallur Hansson, sum í kvøld var á landsliðnum fyri 55. ferð.