Hallur Joensen hevur konsert í Havn

Fríggjakvøldið spælir countrykongurin á Essabarr

Fríggjakvøldið fer Hallur Joensen at hava konsert á loftinum í Essabarr. Hetta verður serstakt høvi at hoyra Hallur Joensen spæla sínar bestu sangir og tríva í onkran jólsang. Hallur fer at spæla saman við Beddi Hansen og Paula Magnussen. Teir eru sera væl spælandi trio, ið eisini dugir at skapa hugna og góðan stemning undir konsertunum

 

Hallur Joensen hevur síðani 2008, tá ið hann gav fyrstu fløguna út, verið ókrýndur countrykongur í Føroyum. Síðan hevur hann verið sera virkin við útgávum og framførslum – bæði heima og burturi.

 

Hallur fer at spæla hitt sum »Gyltu ljósakrúnurnar«, »Lívið er ein lítil løta«, »Tú eigur dagin í dag«, »Kyss ein eingil hvønn morgun«, »Mín vakra ljósa lilja« og aðrar góðar sangir. Eisini fer at hava onkran góðan jólasang á skránni.

 

Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni atgongumerki.fo 

 

##med2##

 

 

 

##med3##