Hallur Joensen Band spæla á Bátafestivalinum á Toftum

Bátafestivalurin á Toftum er, sum altíð, fyrsta vikuskiftið í mai - í ár verður dagurin leygardagin 4. mai.

Hallur Joensen Band skal spæla á Bátafestivalinum á Toftum.

 

Á bátafestivalinum í fjør leveraði Hallur Joensen Band, tá fleiri enn 600 fólk hoyrdu teirra tónleik runga í stóra teltinum á havnarlagnum á Toftum.

 

– Tað var eitt brak av einum dansi, siga fyrireikararnir.

 

– Hallur & Co spæla sjálvandi aftur á Bátafestivalinum í ár, og tað verður við einum braki av einum dansi. Vit gleða okkum til ein fantastiskan dans, og sum altíð verður tað spennandi at hoyra og síggja Hallur Joensen Band til árliga dansin á Bátafestivalinum á Toftum, siga fyrireikararnir.