Hallur Joensen er aftur hesa vikuna nummar 1 á Dansktoppen hjá Danmarks Radio. Dansktoppen er hitlisti fyri danskan dansitónleik.
Sangurin ”Sos fra mig” hevur verið á listanum í 14 vikur, og áðrenn ársskiftið var sangurin á ovasta plássi. Tað er sangurin eisini, nú fyrsta vikan av 2017 er farin um bak.
Dansktoppen hevur mark fyri, hvussu leingi sangir kunnu vera á listanum, og markið er 15 vikur. Tí kann ”Sos fra mig” bert verða eina viku afturat á Dansktoppen.