Viđ ljósu Lilju inn í jólini
Hallur Joensen, sum fyrr í ár sendi Runnin Ár út á tónleikamarknaðin, hevur konsert í Spaniastovu fríggjakvøldið 18.des. kl 21.
Ummælini av útgávuni hava verið sera góð. Hallur fer at syngja sangir av síni 7.tónleikaútgávu, sangir frá øðrum útgávum, eins og hann tekur lurtarar við sær inn í jólini við ljósu Liljuni og nøkrum jólaløgum.