Til fyrstu venjingarnar eftir ársskiftið, hevur danska Superligafelagið við føroyska landsliðsmiðvallaranum, Halli Hansson í hópinum, havt sína fyrstu rennitest.
AC Horsens skrivar á heimasíðuni, at Hallur Hansson orkaði best. Talan er um bip-test, har føroyski landsliðsmiðvallarin rann longst upp á tíð. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Hallur Hansson stendur seg so væl í uppstartinum.
- Í gjár var fyrsti venjingardagurin í 2019. Tað var rennitest á grasslíkinum. Hallur Hansson vísti enn eina ferð, at hann klárar seg væl í rennitestini, stendur at lesa frá AC Horsens.
Tað hevur annars ljóðað, at tað er áhugi fyri føroyska miðvallaranum í øðrum feløgum. Hann hevur spælt í AC Horsens síðani 2016.









