Hallur Hansson byrjar inni í Parkini

Føroyski landsliðsmiðvallarin er millum teir ellivu, ið byrja inni í Parkini í dag, tá AaB er á vitjan hjá FCK. Tað er fyrstu ferð, at Hallur Hansson byrjar inni í einum Superliga-dysti.

 

Twitter-síðan hjá felagnum hevur fyri løtu síðan kunngjørt liðuppstillingina til dystin móti FCK í dag. Har verður millum annað skrivað, at hetta er fjórðu ferð, at Hallur spælir fyri besta liðið hjá AaB.

 

Dysturin byrjar klokkan 18.00 og kann síggjast á TV3plus. Byrjað verður at senda ein hálvan tíma áðrenn.