Hallur í góðum selskapi



Hallur Joensen spældi um vikuskiftið til tiltakið ”Sommersang på Sjælland”, og har var hann á plakatini við fleiri kendum tónleikanøvnum.

Umframt Hall spældu eisini Maggie Reilly, Brian Rice, Birthe Kjær, Brødrene Olsen og fleiri.

Hallur Joensen er búsitandi í Danmark, og hann hevur spælt nógv kring Danmark seinastu tíðina. Eisini hevur hann verið frammi við sangi á donskum máli, sum var sera væl umtóktur á Dansktoppen.

Á myndini sæst Hallur Joensen saman við Brødrene Olsen.