Hallur fær tíðina at ganga

Føroyski countrykongurin fær tíðina at ganga hjá strandaðum ferðafólki hjá Atlantsflogi

Rættiligt ólag er á flogferðsluni í dag, men í øllum hurlivasanum má kortini sigast, at summi av teimum strandaðu ferðafólkunum eru hepnari enn onnur.

 

Hjá teimum, sum eru sita strandað í Bergen í kvøld, man tíðin ikki fella so long, tí millum ferðafólkið er føroyski countrykongurin, Hallur Joensen og tveir í bólki hansara.

 

Men ístaðin fyri at sita og kúra, hava teir tríggir funnið ljóðførini fram og hava sett seg at spæla nakrar góðar fyri ferðafólkunum.

 

Tað er Hallur Joensen, vinstrumegin, Beddi Hansen í Miðjuni og Jákup Zachariasen høgrumegin á steelgittar.

 

Tað er Annika, kona Hall, sum hevur lagt myndina á Facebook, og sum ein viðmerkjari sigur: Um eg var har í hasum feðralagnum, so hevði eg onki lagt í, um flúgvarin ikki kom fyrr enn um eina viku …

 

Samstundis boðar Atlantsflog frá í kvøld, at flogfarið úr Keypmannahavn, sum fór til Keflavíkar at bíða eftir betri líkindum, fer at royna aftur klokkan eitt í nátt, tað er RC 2451.

 

Næsta ætlaða flogfarið úr Keypmannahavn í dag, RC455 væntast í Vágar klokkan tvey í nátt.

 

Triðja ætlaða flogfarið úr Keypmannahavn, RC 457, er avlýst og ferðafólkini er umbókað til RC 455 í nátt og RC 451 í morgin mikudagin 17. juli.

 

Lenda hesi bæði flogførini fara tey avstað úr Vágum sum RC 450 klokkan tvey í nátt og sum RC 456 klokkan trý.

 

Atlantsflog Heitir á ferðafólkini á RC 456 um ikki at koma á flogvøllin fyrrenn tveir tímar undan ásettu fráfaringartíð.

Flogfarið, sum upprunaliga kom úr London í gjár, fór  til Glasgow og væntast aftur í Vágar í morgin mikudagin klokkan 09.45 sum RC 3411.

Flogfarið, sum upprunaliga kom úr Billund, fór til Keflavíkar og væntast aftur  í morgin mikudagin klokkan 11.00.

Flogførini til og frá Bergen, RC430 og RC 431,  eins og flogførini til og frá Billund, RC 470 og RC 471, eru útsett til í morgin, men nærri boð um tey koma  klokkan 23.00.

Ætlaðu fráferðirnar til og frá Keypmannahavn í morgin 17. Juli væntast at flúgva eftir ferðaætlanini.

 

Annars heitir Atlantsflog á ferðafólk um at fylgja við á heimasíðni hjá felagnum.