Hallur er við at vera klárur

Tað verður um reppið at Hallur Hansson verður tøkur til landsdystirnar móti Portugal og Andorra

Føroyski landsliðsleikarin, Hallur Hansson, hevur higartil ikki verið á vøllinum fyri AC Horsens hetta kappingarárið. Orsøkin er, at Hallur Hansson varð undir skurð beint eftir at kappingin í Superliguni var liðug fyrr í summar.

 

Nú er Hallur Hansson við at vera klárur aftur, men uppvenjingin hevur ikki gingið so væl, sum Hallur Hansson frammanundan hevði vónað.

 

-       Uppvenjingin hevur ikki gingið heilt eftir ætlan. Eg koyrdi møguliga ov hart á í byrjanini av uppvenjingini, og settist eitt sindur aftur av tí sama. Men nú gongur væl betur, og eg eri tætt við at vera heilt klárur. Eg fái runnið og spælt við bólti nú, men fysioterapeutarnir eru tó varnir við mær.

 

Hallur Hansson sigur, at tað verður um reppið at hann verður tøkur til báðar landsdystirnar, sum eru fyri framman. Tó hava Lars Olsen og AC Horsens avtalað, at skal Hallur koma uppá tal til landsdystirnar, skal hann hava verið á vøllinum fyri AC Horsens áðrenn landsliðið verður úttikið.

 

-       Í løtuni er tað ein fifty fifty møguleiki, um eg verið tøkur til landsdystirnar ella ikki. Lars Olsen og AC Horsens vilja, at eg skal hava spælt dystir við AC Horsens áðrenn teir dystirnar.

 

Hallur Hansson var í fjør millum bestu leikararnar á liðnum hjá AC Horsens, sum akkurát yvirlivdi í Superliguni.