Hallur er ársins landsliðsleikari

Á árliga Fótbóltsgalla, sum Miðlahúsið og FM1 í samstarvi við FSF skipa fyri á Panorama á Hotel Hafnia í kvøld, er nú ársins landsliðsleikari hjá monnum kosin.

Talan er um eina útnevning sum ársins landsliðsleikara kappingarárið 2018/2019.

Teir tilnevndu vóru Atli Gregersen (Víkingur), Hallur Hansson (AC Horsens) og Sølvi Vatnhamar (Víkingur).

Tað endaði við, at Hallur Hansson varð kosin ársins landsliðsleikari.

Hallur hevur brotið hondina og verður ikki við landsliðnum síðstu tveir dystirnar í ár ímóti Noregi og Svøríki.