Bo Henriksen, venjari hjá AC Horsens, hevur í dag kunngjørt, at Hallur Hansson verður nýggjur liðskipari í felagnum. Føroyski landsliðsspælarin hevur fyri kortum gjørt nýggjan sáttmála við felagið.
AC Horsens seldi í farnu viku liðskiparan, Sivert Heltne Nilsen. Tí skal nýggjur liðskiparin finnast. Valið er fallið á 27 ára gamla Hall Hansson, skrivar Horsens Folkeblad í dag.
AC Horsens skal í dag klokkan 17 spæla móti AGF í Superliguni. Hetta verður fyrsti dysturin, har føroyski landsliðsspælarin er liðskipari í AC Horsens.