Seinastu 15 vikurnar hevur Hallur Joensen havt sangin ”Sos fra mig” á Dansktoppen hjá Danmarks Radio. Dansktoppen er hitlisti fyri danskan dansitónleik.
Bæði á jólum og á nýggjárinum var sangurin ovast á listanum, og onkrar vikur frammanundan var hann eisini nummar 1.
Sangir kunnu vera í mesta lagi 15 vikur á Dansktoppen, og hendan vikan er tann seinasta hjá ”Sos fra mig”. Hesa seinastu vikuna liggur sangurin nummar 2.
- Eg vil takka øllum tykkum, sum hava atkvøtt fyri sanginum hesa vikurnar. Tit hava verið ófør, sigur Hallur Joensen.