Hallur: Eitt stórt upplivilsi

Hallur Hansson var við frá byrjan, tá AaB í gjár tapti 4-0 fyri FCK í Parkini. Hetta er fyrstu ferð, at hann spælir við frá byrjan.

- Tað kom óvart á meg, tá eg fyri tveimum døgum síðani fekk at vita, at eg skuldi byrja inni móti FCK í Parkini. Tað var sjálvandi eitt stórt upplivilsi at spæla, sigur Hallur Hansson.

FCK byrjaði við fullari ferð, og kom á odda longu aftaná sjey minuttir, tá Nicolai Jørgensen skoraði. Stutt seinni økti sami maður eftir horna. Áðrenn farið varð til hálvleiks høvdu Kenneth Emil Petersen og Cesar Santin økti til 4-0. Øll málini komu eftir deyðbóltsstøður.

- Dysturin sjálvur var ikki nógv at reypa av, tí tað gekk slett ikki eftir ætlan. Vit roknaðu við einum tøttum dysti, og tað einasta vit høvdu brúkt nógva tíð uppá - vóru deyðbóltar Tað skoraðu teir trý mál upp á, so tað kann man ikki siga var nøktandi, sigur miðvallarin.

Føroyski landsliðsmiðvallarin spældi á verjukenda miðvøllinum, men eins og restin av AaB liðnum, so gekk minni væl. FCK vóru vandamiklir at kalla hvørja ferð teir royndu seg móti málinum – líkamikið um talan var um deyðbóltsstøður ella úr opnum spæli.

- Eg royndiat gera ein góðan figur og arbeiða hart, men har kann man ikki siga annað enn, at eg spældi móti mínum yvirmanni, sigur Hallur Hansson.

Í seinna hálvleiki kom AaB betri við, meðan FCK helst tók sær av løttum. Tíggju minuttir fyri tíð vísti TV3plus ein lista yvir teir, ið høvdu runnið mest á vøllinum. Hallur Hansson hevði runnið fjórð mest av øllum, so orkini bilar einki.

FCK er oddalið, meðan AaB ligur nummar trý í Superliguni. Hetta er aðru ferð, at Hallur Hansson spælir í Superliguni fyri AaB. Hann hevur fingið nakrar fáa minuttir fyrr, umframt at hann eisini er innskiftur tvær ferðir í steypakappingini.