Hallur á bonkinum í sjokk tapi

AaB tapti í kvøld óvæntað fyri Esbjerg í donsku Superliguni. Føroyski landsliðsmiðvallarin, Hallur Hansson, sat á bonkinum allan dystin.

 

AaB var favorittur at vinna á Esbjerg FB, sum undan dystinum lá aftast, meðan AaB liggur á øðrum plássi. Soleiðis skuldi tó ikki verða, tí Esbjerg fór avstað við øllum og vann 2-0.

 

Tvær ferðir í seinna hálvleiki fangaði Esbjerg bóltin og umstillaði í ein fart. Í báðum førum endaði tað við, at Martin Braithwaite skoraði.

 

Kent Nielsen, venjari hjá AaB, hevði Hallur Hansson við á bonkinum, men hann kom ikki inn. Hallur skifti fyrst í hesum mánaðinum til AaB, sum nú er fýra stig aftanfyri FCK, ið liggur nummar eitt.