Hóast miðvallarstjørnan, Thomas Augustinussen, er tøkur aftur fyri AaB, so er pláss fyri Halli Hansson í hópinum til dystinmóti Randers í morgin.
Hallur Hansson hevur fingið spæltíð á besta liðnum hjá AaB tveir teir seinastu dystirnar. Tí ert tað ikki so óvæntað, at hann er úttikin til hópin í annað kvøld. Hinvegin er liðskiparin og miðvallarin, Thomas Augustinussen, tøkur aftur eftir skaða.
Tað er einki at ivast í, at hann er frammanfyri føroyska landsliðsmiðvallaran í røðini. AaB vitjar í Randers, sum ikki hevur tapt í Superliguni síðani liðið 16. septembur tapti fyri júst AaB. Tað eru tíggju umfør síðani.
AaB liggur á triðja plássi við 29 stigum, meðan Randers hevur 28 stig á fjórða plássi.
Dysturin millum AaB og Randers verður í annaðkvøld kl 17:30. Dysturin kann síggjast á donsku rásini, TV2 Sport.










