Fyri stuttum kom nýggja fløgan hjá Halli Joensen á marknaðin. Talan er um eina dupulta útgávu. Tónleikurin er tann sami, men ein fløga er á føroyskum og ein á enskum. Hallur er gestur hjá Peturi Mohr Reinert á Rás2 í sendingini Prát & plátur sum kemur aftaná tíðindini kl 16 í dag.










