Hallstein fer eftir dreyminum

- Eg havi altíð droymt um at læra og liva í eini aðrari mentan. Eg fari ikki, tí eg eri troyttur av Føroyum, men nú havi eg fingið ein møguleika, ið eg vil sleppa at royna. Soleiðis sigur 54 ára gamli Hallstein Sigurðsson úr Havn, sum næstu trý árini fer at búgva og arbeiða í Nuuk í Grønlandi

Mánadagin í hesi vikuni fór 54 ára gamli Hallstein Sigurðsson til Nuuk, har hann eftir ætlan skal búgva næstu trý árini.

- Sum ungur ætlaði eg mær altíð at royna okkurt nýtt í onkrum øðrum landi enn í Føroyum. Nú - eg eri tilkomin - stóð hesin ungdómsdreymurin brádliga framman fyri mær, og eg kundi ikki annað enn loypa út í hetta spennandi ævintýrið, sigur Hallstein Sigurðsson, sum hesa vikuna byrjar í nýggja starvinum í Nuuk, har hann skal vera leiðari á grønlendska posverkinum, Telepost Grønland.

- Eg ivist ikki í, at eg kann læra okkurt frá teimum mannagongdunum, tey brúka í Grønlandi, men møguliga kann eg eisini vísa teimum onkrar arbeiðshættir, sum vit hava royndir av í føroyska postverkinum, og sum kunnu lætta um arbeiðið í Nuuk, sigur Hallstein Sigurðsson.


Tók skjótt avgerð

Tað var ein starvslýsing á internetinum, sum setti hol á ungdómsdreymin hjá Hallstein Sigurðsson.

- Eg eri nokkso nógv á norðurlendskum internetmiðlum, og fyri eini trimum vikum síðani sá eg eina starvslýsing frá Telepost Grønland, har tey søktu eftir einum leiðara. Uttan at hugsa alt ov nógv um hetta starvið, valdi eg alt fyri eitt at senda eina umsókn, fortelur Hallstein Sigurðsson, sum í eina tíð hevur verið arbeiðstøkur.

- Eg havi verið tøkur á arbeiðsmarknaðinum í eina tíð, og tað er ikki so lætt at fáa arbeiði í Føroyum júst nú, so eg valdi bara at senda hasa umsóknina til starvið í Grønlandi, sigur Hallstein Sigurðsson.

Stutt eftir at umsóknin varð send, bleiv hann boðin til samrøðu, sum fór fram í Reykjavík.

- Eg var næstan ikki meir enn komin heim aftur til Føroya, tá tey ringdu frá grønlendska postverkinum og bjóðaðu mær starvið. Og eg tók av alt fyri eitt, fortelur Hallstein Sigurðsson, sum hevur arbeitt á posthúsinum í Havn í tilsamans 21 ár. Harafturat var hann í 12 ár á Prentmiðstøðini, har hann var við til at byggja útberingina upp.


Vil læra mentanina
Hallstein Sigurðsson fer í fyrstu atløgu einsamallur til Grønlands, har hann hevur fingið eina íbúð at búgva í miðskeiðis í Nuuk.

- Hetta er ein dreymur, sum eg velji at gera til veruleika, tí nú er møguleikin til staðar, og eg merki, at øll stuðla mær í hesi avgerðini. Unnustan verður verandi í Føroyum, men kemur møguliga til Grønlands seinni. Børnini eru vaksin, so tú kanst siga, at upp á allar mátar ber tað til hjá mær at taka av hesum møguleikanum at sleppa at uppliva eina aðra mentan og læra nýggj fólk at kenna, sigur Hallstein Sigurðsson, sum sigur seg altíð hava verið hugtiknan av Grønlandi og grønlendingum.


- Mær hevur altíð dámt landið væl. Eg var fyrstu ferð í Grønlandi sum 16 ára gamal, og síðani sigldi eg millum bygdir í Grønlandi í 11 mánaðir, tá eg var ungur. Harafturat havi eg sum vaksin samstarvað nógv við grønlendarar í ymsum norðurlendskum arbeiði, eg havi verið partur av, og á tann hátt veit eg eitt sindur um mentanina í landinum, sigur Hallstein Sigurðsson.

Hann heldur ikki, at grønlendarar neyðturviliga eru nógv øðrvísið enn føroyingar. Og tó.

- Tá tað kemur til stykkið, so eru øll onkursvegna annarleiðis. Eg meini so við, tað er eisini munur á einum suðringi og einum klaksvíkingi. Men akkurát hvussu grønlendarar eru, tað havi eg trý ár at finna útav, heldur Hallstein Sigurðsson skemtiliga fyri.


Grønlendskur matur og jakt

Nýggja starvið í Grønlandi gevur Hallsteini Sigurðsson eina vanliga arbeiðsviku, har hann kemur at arbeiða frá 08.00 til 16.00. Hann stúrir tó ikki fyri, at hann fer at keða seg í frítíðini.

- Eg kundi hugsað mær at sloppið við á onkra veiðiferð. Ikki tí, eg havi ongantíð verið nakar veiðimaður í Føroyum, men tær upplivingarnar vil eg gjarna sleppa at fáa, meðan eg eri í Grønlandi, sigur Hallstein Sigurðsson, ið eisini ætlar at royna seg innan grønlendska gastronomi.

- Mær dámar væl at gera mat, og eg havi sett mær fyri, at nú fari eg at eksperimentera eitt sindur við grønlendskum mati. Í Grønlandi er bæði laksur og reinsdjór og nógv afturat, sum eg fari at royna at matgera. Tað gleði eg meg til, sigur Hallstein Sigurðsson.

Hann ivast onga løtu í, at hann fer at trívast í nýggjum landi millum nýggj fólk.

- Eg havi rættiliga lætt við at tilpassa meg, og í roynd og veru havi eg ikki gjørt mær tankar um, hvat skal henda, um eg ikki fari at trívast í Nuuk. Um eg ikki trívist, so er tað ein nýggj støða, og so taki eg tað harfrá. Eg eri ein persónur, sum sær møguleikar, og eg eri troyttur av, at fólk bara hugsa Føroyar, tá onnur lond eisini eru ein møguleiki, staðfestir Hallstein Sigurðsson.

Hóast hann sær fram til næstu trý árini í Nuuk, dylir hann ikki fyri, at hann eisini fer at sakna Føroyar.
- Sjálvandi fari eg at sakna míni nærmastu og ikki minst abbabørnini, men nú royni eg hetta, og so mugu vit bara síggja, hvussu leikur fer. Eitt annað, sum eg fari at sakna øgiligt, er tann føroyski maturin, og nakað av tí fyrsta eg fari at finna útav, tá eg eri komin upp á pláss í Nuuk, er at fáa føroyskan mat upp til Grønlands. Í hvussu so er vil eg hava ræst kjøt á nýggjárinum, sigur Hallstein Sigurðsson og leggur bjartskygdur afturat:

- Men nú skulu vit minnast til, at hetta er ikki forever, men snýr seg um trý ár. Eg komi heilt sikkurt aftur til Føroya, tað skal eingin ivi verða um tað, sigur Hallstein Sigurðsson.