Fyri fyrstu ferð í Føroya søgu, verður hildið Halloween party
Tað er Mentanarhúsið í Fuglafirði sum verður kamur um hetta frálíka stuttliga tiltakið. »Halloween« ella »Hallows day« er upprunaliga Keltiskt nýár, sum í fornu øld endaði 31.okt.
Nú er tað at kallað ein veitsludagur sum líkist nógv føstulávint, har fólk lata seg í grýluklæði og gekkaskortar.
Leygarkvøldið tann 30. okt kl.23:30 letur Mentanarhúsið í Fuglafirði hurðarnar upp fyri Halloween-party har øll vónandi møta »spooky« ílætin. Tað verður eisini stórt DJ-show, og teir sum skipa fyri Dj-shownum siga, at teir m.a. hava fingið Dracula og eina heks at hjálpa sær við undirhaldinum.
Í sambandi við tiltakið, verður skipa fyri kapping, um hvør er tann Spooky´asta og Scary´asta grýlan. Andlitsmáling verður eisini á staðnum, og hølið verður pyntað við ymiskum sum hoyrir Halloween-party til.