Hallið minkar 135,9 milliónir

Fíggjarætlanin, sum samgongan hevur snikkað til fyri næsta ár, vísir, at samgongan heldur seg til avtalaða politikkin.

Tað siga samgonguflokkarnir, sum eru í meiriluta í Fíggjarnevndini, nú hon í kvøld hevur lagt fíggjarætlanina fyri næsta ár, fyri Løgtingið.

Meirlutin í Fíggjarnevndin staðfestir, at eitt av høvuðsmálunum hjá samgonguni var at fáa tamarhald á almenna búskapinum.

- Semja er í samgonguni um, at hallið skal minkast, soleiðis at avlop verður aftur á fíggjarlógini í 2016.

Tað krevur stórar nýskipanir í almenna bygnaðinum komandi árini og at almenni geirin verður rationaliseraður og samanlagdur.

Meirilutin í Fíggjarnevndin hevur broytt uppskotið hjá landsstýrinum nakað, men nevndin sigur, at fíggjarætlanin vísir, at samgongan hevur hildið seg til avtalaða politikkin.

- Føroyski búskapurin tykist at hava fótað sær. Arbeiðsloysið minkar og privatu húsarhaldini niðurgjalda skuld. Við førda politikkinum megna vit at framtíðartryggja vælferðarsamfelagið og rúm hevur eisini verið fyri uppraðfestingum serliga á eldraøkinum.

- Harumframt eru ongantíð áður tiknir so nógvir næmingar inn á miðnám.

Eftir at fíggjarnevndin hevur viðgjørt fíggjarlógina, er fer hon at hava eitt hall næsta ár á 242,2, milliónir krónur og tað eru 135,9 milliónir krónur minni enn landsstýrið ætlaði, tí hallið í uppskotinum frá landsstýrinum var 378,1 milliónir.

- Talan er serliga um øktar inntøkur frá tilfeingisgjaldi og skatti á 120 milliónir kronur, samstundis sum útreiðslurnar eru kvinkaðar niðureftir, siga samgnguflokkarnir í Fíggjarnevndini.

Andstøðan er ikki heilt samd, men meiri um tað um eina løtu.