Úrslitið hjá lækkar við 1,3 milliardum krónur. Tað sigur Fíggjareftirlitið, sum krevur hesa niðurskriving av metta úrslitinum fyri 2010.
Kravdu niðurskrivingarnar hjá Eik Banka føra við sær, at ársúrslitið fyri 2010 versnar munandi, og tí lækkar Fíggjareftirlitið væntaða úrslitið fyri 2010 við 1,3 milliardum krónur.
Ársúrslitið væntast tí at fara at liggja umleið eitt hall upp á 1,3 milliardir krónur við tað, at leiðsla bankans hevði roknað við einum lítlum yvirskoti.
- Sum fylgja av framhaldandi alheims óvissuni - fíggjarkreppuni - er óvissa um fíggjarligu marknaðirnar, har bankin arbeiðir, sum kann ávirka úrslitið fyri 2010, sigur Fíggjareftirlitið.










