Hallið á 256 milliónir var væntað

Reyðu tølini á botnlinjuni hjá Eik Banka komu ikki óvart á, tí bankin hevði niðurskrivingar á 900 milliónir krónur. Úrslitið er í stóran mun ávirkað av tapum av útlánum og øðrum ognum, sum vórðu yvirtiknar, sigur bankin

Fyrsta roknskaparárið fevnir um 15 mánaða tíðarskeiðið frá oktober 2010 til desember 2011. Úrslitið eftir skatt er eitt hall á 256 mió. kr. Fíggjarstøðan javnvigar við 7,9 mia. kr. Eginpeningur bankans var 1.230 mió. kr. við ársenda 2011.
Tað sigur Eik Banki um fyrsta roknskapin hjá bankanum eftir yvirtøkuna í oktober 2010.
Hallið á 256 milliónir krónur skal fyrst og fremst síggjast í ljósinum av tapinum á 514 milliónir krónur í sambandi við yvirtøkuna av virkseminum frá gamla Eik Banka í oktober 2010 og av staðfestum tapum og niðurskrivingum í tíðarskeiðinum oktober 2010 til desember 2011 á heilar 410 milliónir krónur. Sostatt eru bókað tap og niðurskrivingar á 924 millónir krónur síðan oktober 2010, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik.
Bankin sigur soleiðis um úrslitið
• Úrslitið á -256 milliónir krónur samsvarar í høvuðsheitum við tað, sum var væntað
• Bankin hevur ein solvens á 22,2%
• Gjaldføri bankans er meira enn 3 ferðir lógarkravda minstakravið
• Bankin hevur, áðrenn tíð, niðurrindað 5 av 6 milliardum krónur í skuld
• Úrslitið áðrenn skatt, regulering av kapitalpørtum og niðurskrivingum er eitt avlop á 124 milliónir krónur
• Bankin væntar eitt nøktandi rakstraravlop í 2012
Bankin hevur megnað at goldið niður av skuldini, og fimm av teimum seks milliardunum, sum bankin skyldar, eru goldnar.
Vit høvdu fegnir goldið seinastu milliardina eisini, men tíðarfreist er á, so vit ikki fáa goldið seinasta partin fyrr enn seinni, sigur Súni Schwartz Jacobsen.
Tað skal eisini sigast, at bankin varð stovnaður við tveimum milliardum í eginpeningi. Somuleiðis er bankin tillagaður umstøðunum, og tað merkir, at deildirnar eru skornar niður úr 15 í 9, eins og starvsfólkatalið er skert úr 235 niður í 205.
Í løtuni eru ongar ætlanir um at skerja meiri, hvørki í tali av deildum ella starvsfólki, sigur Súni Schwartz Jacobsen.
Samstundis, sum hallið er 256 milliónir krónur, so er solvensurin góður, 22,2%, eins og gjaldførið er tríggjar ferðir tað lógarkravda.
Útlánini eru minkað við 1,9 milliardum og innlánini økt við 900.000 krónur. Hartil hevur bankin ein trekningsrætt í danska tjóðbankanum á 874 milliónir krónur, sum bankin ikki hevur gjørt nýtslu av.
- Hóast torførar umstøður seinasta árið, hava bæði kundar og starvsfólk bankans víst stórt forstáilsi og trúfesti mótvegis Eik. Bankin er nú á rættari kós. Við einum góðum solvensi og góðum gjaldføri leggja vit okkum eftir at veita føroyingum bestu tænastu og skapa okkara kundum møguleikar og tryggleika í fíggjarviðurskiftum, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri.