Ein flogskipari og ein skipari, skulu læra í fleiri ár, áðrenn tey fáa loyvi at føra flogfar ella skip. Men tað krevst bara undirvísing tilsamans 22 skúlatímar í teori og 21 skúlatímar í koyring, so fært tú loyvi at seta teg við rattið á einum bili.
- Hetta er heilt ótrúliga margháttligt, tá ið hugsað verður um, hvat ið krevst fyri at verða flogskipari ella skipari, heldur Sofus Hansen, vanliga nevndur Halleluja-Sofus.
Á 40 ára hátíðarhaldinum hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, hugleiddi hann um ferðslutrygd og tá helt hann, at eitt koyritekniskt verklag, við hálkubreyt, er ein fortreyt fyri at talið á ferðsluóhappum og ferðsluvanlukkum, kunnu minkast munandi.
Hann heldur, at tað hevur ein heilt serligan týdning fyri ferðslutrygdina, at vit fáa eitt koyriktekniskt verklag, við eini hálkubreyt, har bilførarar læra at fáa virðing fyri bilinum - og virðing fyri tí at koyra bil.
- Har kundu tey, sum taka koyrikort, lært, at tað ber ikki til at tosa í telefon, eta ís, senda sms, ella at taka eyguni av vegnum í trý sekund, samstundis sum tey koyra bil.
Tey, sum taka koyrikort, læra um skelti og ferðslureglar, og tey læra at koyra, stýra, bremsa, bakka og parkera. Men tað krevjast drúgvar royndir at sleppa undan at elva til ferðsluvanlukkur, sum í ringasta føri kunnu verða øðrum at bana staðfestir Halleluja-Sofus.
Sjálvur hevur hann roynt seg á einum slíkum verklagi og tað hevur hann havt nógv gagn av síðani
- Tá ið vit frætta, at ein bilur er farin útav í hálku, er tað sjáldan hálkan, sum er orsøkin. Orsøkin er allaroftast tann, at bilførarin tók eina skeiva avgerð eftir umstøðunum.
Føroysku myndugeikar hava sett eina null hugsjón út í kortið, har endamálið er, at ongin skal doyggja, ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni.
Men Halleluja-Sofus heldur, at fyrrenn vit fáa eitt koyritekniskt verklag, er nullhugsjónin langt burtur.
- Tað koma vit ikki uttanum, tí har kunnu ung fáa holla frálæru um koyring, so at tey ikki taka skeivar avgerðir, sum kunnu týna lív, leggur hann afturat.