Halle Berry vil hava Denzel

Nú frættist, at James Bond diddan, Hally Berry, er vorðin troytt av manninum hjá sær. Nú hevur hon fingið eyga á tann so vælkenda Denzel Washington. Tað sigst, at Halle er púra ør eftir honum. Um tað er umvent eisini, sigur søgan so onki um, men Denzel Washington og konan nærkast teirra 20 ára brúdleypsdegi. So um tað fer at verða til nakað millum Halle Berry og Denzel Washington ? tað kann bara tíðin vísa...