Sunnukvøldið 7. mai andaðist Halldór Olafsson í Havn á Landssjúkrahúsinum 94 ára gamal.
Halldór Olafsson var ættaður av Viðareiði. Foreldrini vóru: Sára, f. Joensen, ættað av Skælingi, og Olaf Joensen av Viðareiði.
Halldór var elstur av seks systkjum, hini systkini eru: Arni, føddur í 1914, hann doyði í 1936, bert 22 ára gamal, sigldi við skipið hjá A.P. Møller og bleiv sjúkur av lungnabruna og doyði í Keypmannahavn, her hann eisini er grivin. Síðan er tað Brynhild, f. 1916, giftist Stefani Absalonsen av Viðareiði, tey búsettust í Klaksvík. Herborg, f. 1918, giftist Gunnari Gunnarsson úr Vági, tey búsettust í Havn. Solveig, f. 1920, giftist Håkon Joensen úr Sumba, tey búsettust í Havn. Yngstur var Heini, f. 1922, hann giftist Mariu í Gong, tey fingu sær eftirnavnið Svarthamar og búsettust eisini í Havn. Í dag eru bert Brynhild og Solveig eftir á lívi.
Hesi systkini vóru fyri tí lagnu at missa mammuna tíðliga, hon doyði frá teimum í september 1928, bert 45 ára gomul. Halldór var tá 16 ára gamal og Heini bert 6 ár. Halldór var til skips við sluppini Svínoynni, og hann fekk ikki boðini um at mamman var deyð, fyrr enn skipið var komið á Klaksvík eftir loknan túr um heystið. Hetta tók honum sera fast, og hann yrkti seinni sangin "Móðurminni" til mammu sína. Sangurin stóð í Dimmalætting í 1938.
Í 1933 fór Halldór, sum 21 ára gamal, suður til Vágs til pápabeiggjan Martin Joensen, sum hevði skaffað honum arbeiði har. Hann arbeiddi tann veturin í Vági og fór so til skips sum kokkur við sluppini "City of Norwich", har Gunnar Danielsen, ið seinni bleiv verpápi hansara, var skipari.
Halldór giftist í 1938 Onnu Malenu, vanliga nevnd Lena, dóttir Ingu, f. Jacobsen, og Gunnar Danielsen, sum bæði vóru úr Søldarfirði, men høvdu sett búgv í Vági.
Í 1940 legðist Halldór upp á land og fór at handla í teirra egnu húsum í Vági.
Í 1942 fingu tey sonin Árna, sum í dag býr í Keypmannahavn. Hann er giftur Onnu, f. Johannesen, av Skála. Tey eiga dóttrina Maluna.
Í 1958 flutti familjan til Havnar at búgva, har Halldór hevði egna heilsølu, til hann gavst fyri aldur í 1984.
Lena doyði av krabbameini í 1967, 54 ára gomul, og Halldór giftist upp aftur við Sunnevu Lindal úr Kunoy. Tá Sunneva gjørdist sjúk og doyði 81 ára gomul í 1997, gjørdist Halldór einkjumaður fyri aðru ferð. Hann náddi at halda silvurbrúdleyp við bæði Lenu og Sunnevu.
Halldór var evnaríkur maður, hann las nógv og fylgdi væl við í øllum sum fór fram, bæði her heima og úti í heimi. Hann var eisini stinnur í skriftunum. Í samkomuni í Ebeneser var hann í mong ár ein av stuðlunum. Hann boðaði evangeliið og var mangan tulkur hjá vitjandi talarum, sum tosaðu enskt, sum hann sjálvur hevði lært seg til lítar. Eisini umsetti og yrkti hann onkrar sangir.
Halldór var ein sermerktur persónur, hann hugsaði sjálvstøðugt, hevði sínar avgjørdu meiningar og var ikki bangin fyri at siga tær.
Seinasta hálvtannað árið búði Halldór á Tjarnargarði. Tað var hann sera glaður og takksamur fyri, nú árini vóru vorðin so mong, og heilsan var farin at bila.