Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu í dag dyst á heimavølli í bestu svensku hondbóltsdeildini móti gamla liðnum hjá Kjartani Johansen, Önnered.
Í einum málríkum dysti eydnaðist tað Hallby at vinna ein greiðan 40-31 sigur. Í steðginum var støðan 20-14 til Hallby.
Rói kom til nógvar málmøguleikar, og tíverri fóru sjey av teimum ikki í málið. Men Rói skoraði so trý mál og legði upp til eitt mál í dystinum.
Sigurin gagnaðist Hallby væl í stríðnum at vinna seg millum átta tey fremstu liðini í deildini, og harvið møguleikan at vinna seg í endaspælið.
Hallby hevur 26 stig á áttanda plássinum. Alingsås hevur 23 stig á níggjunda plássinum, men hevur spælt ein dyst færri enn Hallby.
Hallby hevur ein dyst eftir at leika í grundspælinum. Hann er á útivølli móti Skövde. Dysturin verður leiktur hóskvøldið 20. mars.










