Tað er greitt, nú Javnaðarflokkurin í Havn í daghevur almannakunngjørt listan til býráðsvalið.
Halla Samuelsen, sum hevur sitið í býráðnum síðani 2008, er ikki á listanum. Og heldur ikki Bjørghild Djurhuus, sum hevur verið í býráðnum seinastu tvær seturnar.
Á býráðsvalinum í 2016 var Bjørghild Djurhuus nummar trý á javnaðarlistanum við 218 persónligum atkvøðum, og Halla Samuelsen var nummar fimm á javnaðarlistanum við 143 persónligum atkvøðum.
Av teimum fimm, sum umboða Javnaðarflokkin í býráðnum, eru tað Heðin Mortensen, sum hevur sitið í býráðnum seinastu 48 árini, Helena Dam á Neystabø, sum hevur sitið í býráðnum seinastu átta árini, og Tróndur Sigurðsson, sum eisini hevur sitið í býráðnum seianstu átta árini, sum stilla uppaftur.
Listin hjá Javnaðarflokkin til býráðsvalið í Havn er hesin:
- Bergur Robert Dam Jensen, handilsmaður, Kollafjørður
- Birita Baldvinsdóttir Iversen, sjúkrarøktarfrøðingur, Tórshavn
- Bjarni Beder, námsfrøðingur, Tórshavn
- Bjørg Dam, sjálvstøðug, Tórshavn
- Heðin Mortensen, býráðslimur, Tórshavn
- Helena Dam á Neystabø, býráðslimur, Tórshavn
- Høgni Joensen, skúlastjóri, Tórshavn
- Høgni Midjord í Stovuni, sjálvstøðugur vinnurekandi, Tórshavn
- Irma Justinussen, hárfríðkanarkvinna, Tórshavn
- Kári Johansen, arbeiðsformaður, Tórshavn
- Kristianna Winther Poulsen, lærari, Hoyvík
- Milia Egilsnes Anda, lesandi, Tórshavn
- Niels á Reynatúgvu, tøknifrøðingur, Signabø
- Odd Færø, fíggjarfrøðingur, Tórshavn
- Sára Gullfoss, heilsufrøðingur, Hoyvík
- Súna Mørk, ergoterapeutur, Tórshavn
- Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, Hoyvík