Halló Vikublaðið!

Vikublaðið er eitt gott blað. Onkur hevur sagt við meg, at tað er besta blað í Føroyum. Tað kunna vit so stuttleika okkum við at kjakast um. Men nú, eg siti og lesi blaðið frá 19. juni í 2007, raki eg við eina grein við yvirskriftini:

SSP Samstarv verður nú skipað í Føroyum, sum eg má gera eina viðmerking til - eisini tí, at blaðið verður ókeypis borið inn í hvørt hús í landinum, og tað er stórbært.

Í greinini verður sagt, at miðað verður eftir at fáa sett ítøkiligar fyriskipanir í verk, so at eitt skipað SSP samstarv kann byrja á heysti í 2007.

SSP samstarv stendur fyri samstarvi millum skúlamyndugleikar, sosialar myndugleikar og politimyndugleikar. Upplýst verður í greinini, at tað eru landsstýrismenn og fútin, sum ætla at seta hetta samstarvið í verk í Føroyum í heyst.

Hetta er gott og neyðugt tiltak í samfelagi okkara. Men eg undrist á, hví sagt verður í greinini, at hetta samstarvið kann byrja í heyst.

Longu áðrenn eg gavst sum skúlapsykologur á gomlu Landsskúlafyrisitingini seinast í 1989, hevði eitt slíkt SSP samstarv verið veruleiki í Føroyum í fleiri ár, og har kom nógv gott burturúr. Vit kendu hetta samarbeiðið úr danska samfelagnum tá.

Tað var politikommisserur Suni Vinther, sum stóð á odda at stovna hetta samstarvið. Hetta var einki felag, men eitt veruligt samstarv við fundum um ávís evni og mál, sum høvdu tikið seg upp í samfelagnum, og sum hesir tríggir myndugleikarnir best kundu loysa í felag ella hvør kundi styðja annan í tí, sum átti at verðið gjørt.

Vit høvdu nógvar góðar og gagnligar fundir. Oftast vóru viðurskifti í Havn viðgjørd, men mál av bygd vóru eisini viðgjørd. Á fundunum vóru altíð umboð fyri politi, kommunu, (barnavernd og skúlastjóri) og Landsskúlafyrisiting. Tað vóru ikki landsstýrismenn og fúti, sum nú fara at samstarva - sum sagt verður frá í greinini - men fólk, sum høvdu »fingurin á pulsinum«, og sum vildu og kundu loysa trupulleikarnar við mildum, áðrenn tey vóru loyst av landsstýrismonnum og fúta. - Slík mál verða altíð best loyst »á dekkinum«, áðrenn «skiparin koyrir rútin niður«.

Eg vil vinarliga mæla Vikublaðnum til eisini at framvega sær nakrar upplýsingar frá Suna Vinther, fyrrverandi politikommisseri, um hvussu SSP samstarvið tók seg upp og fór fram fyri meiri enn 20 árum síðan.