HALLÓ - Rúsan kann hava opið sunnudag

- Um tað er tørvur á tí, so er tað í lagi fyri mítt viðkomandi, at Rúsan hevur opið sunnudag, sigur formaðurin í Unga Sambandi

Prát við Arne Winthereig, formann í Unga Sambandi, sum viðmælir at Rúsan hevur opið leygardagar.


Fert tú í Rúsuna leygardagin?

- Ja, um tað verður opið, so kann tað væl verða.


Hví skal Rúsan hava opið leygardag?

- Hví ikki? Spurningurin er, hví tey, sum ikki ganga í Rúsuna, skulu bestemma, nær tey, sum ganga í Rúsuna, kunnu fara í Rúsuna. Hetta snýr seg um at hava frælsi at velja, og um at ein minniluti við sterkari trúgv ella trupulleikum ikki skal forða einum meiriluta í at gera nakað.


Skal Rúsan hava opið sunnudag?

- Um tað er tørvur á tí, so er tað í lagi fyri mítt viðkomandi.


Tit siga, at upplatingartíðirnar hjá Rúsuni kunnu vaksa um trivnaðin hjá ungdóminum. Hvussu hongur tað saman?

- Um ungfólk fáa frælsi at velja tað, sum tey ynskja, so økir tað um trivnaðin. Í hesum føri eiga tey at sleppa í Rúsuna at keypa rúsdrekka leygardag, um tey vilja tað.


Hvønn frían møguleika saknar tú í Føroyum?

- At fólk kunnu fara á náttklubba, tá tey hava tørv á tí, og at ein gomul Halgidagslóg ikki forðar teimum.