Halló - Karl Martin Samuelsen

Fyrst tillukku við degnum, sum var týsdagin!

Takk fyri tað.


Tú var við til tiltakið í Klaksvík í samband við heiðra John Lennon, hvussu eydnaðist tiltakið?

- Eg haldi at tiltakið var væl fyriskipað, og tí eydnaðist tað sera væl, og við so góðum tónleikarunum og einum væl upplagdum publikum, kann tað ikki ganga galið.


Tú sang lagið Mother, og fleiri av lurtarunum hava lagt til merkis hesa løtuna og eru rørd. Hvussu kennist hetta?

Lagið Mother hevur altíð verið og verður mítt Lennon lag, og tá ið ein kann røkka og nema hjartastreingirnar hjá fólki, so hevur ein gjørt tað gott, og tað hevði eg varugan av, at eg gjørdi, tí vaksnir menn og kvinnur komu til mín og søgdu, at tey lótu tár fella og at tað rann kalt niður eftir rygginum meðan sangurin var sungin.


Tú ert royndur sangari og enn virkin á palli. Hvat er á skránni í næstu framtíð?

Okkurt tiltak verður í Klaksvík fyri Club-700 og Maverick. Annars eru tiltøk á Hotel Føroyum 4.,5.,10. og 11. desember sum nú er.